Heimasetningur

Heinta okkum í Klaksvík

Viðv. at vit hava leigað skoytibanan í Klaksvík, tørvar okkum nakrar bilar at heinta okkum í Klaksvík hósdagin 11.12.25 uml. kl. 13:30 - 14.00. Sendið mær eini boð um tað liggur fyri og hvussu nógvum børnum pláss er fyri. 
Vit fara við bussinum av Skipaneskrossinum kl. 9.
Nærri kunning um nær, hvar og hvussu kemur seinni. 

Havi fingið 6 bilar. Nú er nokk av bilum. 

Nissuvinir

Øll hava fingið ein loyniligan nissuvin. Avtalan er, at vit skriva, í minsta lagi, tvey brøv um vikuna. Deiligt um tit hjálpa barninum at minnast tað, og um neyðugt, at hjálpa til at skriva.

Eg havi meldað flokkin til eina spurnakapping. Spyr børnini um meira. 

Vh. Sólva

Vika 50

Mánadagur
8. desember
Jólakalendari
Hvørja ferð Sjurður nevnir eitt tal, skulu øll í flokkinum klappa tríggjar ferðir í part. 
Føroyskt
Orð um minuttin: les í ein min. Skriva hvussu nógv orð tú las rætt og skeivt. Vit leggja dent á at lesa hart og týðiligt.
- Síðstu ferð.
Týsdagur
9. desember
Jóla-kalendari
Í dag skulu vit vera jólalig ílatin.
Mikudagur
10. desember
Danskt
Næmingarnir skulu lesa søguna "Den store småkagedag" og gera uppgávuna á s. 4 (Tegn Nika, da hun blev fundet). Vit hava fingið eina danskt mappu, har allir okkara tekstir fara í framyvir, og verður hendan mappan okkara nýggja danskt bók.
Jólakalendari
Ekkó-dagur
Hósdagur
11. desember
Skoyta í Klaksvík
Vit fara til Klaksvíkar at skoyta. Vit hava leigað banan kl. 10 - 11. Ongar pengar við, goldið verður av flokskontuni. 
Fríggjadagur
12. desember
Jóla-kalendari
Ikki sita á stólum. Bara lov at sita á gólvinum. 

Alt annað enn ein skúlatasku dagur

Læs og forstå. Danskt jólahefti

Frítíð og frídagar skúlaárið 2025/26

Heystfrítíð: leygardagin 11. oktober - sunnudagin 19. oktober

Jólafrítíð: leygardagin 20. desember – sunnudagin 4. januar

Vetrarfrí: mikudagin 11. februar - sunnudagin 15. februar

Páskafrítíð: leygardagin 28. mars – mánadagin 6. apríl 

Flaggdagur fríggjadagin 25. apríl

Dýri Biðidagur: fríggjadagin 1. mai

Kr. Himmalsfarardagur: hósdagin 14. mai

Lagdur frídagur: fríggjadagin 15. mai

Hvítusunnufrítíð: leygardagin 23. mai - mánadagin 25. mai

Grundlógardagur: fríggjadagin 5. juni

Summarfrítíð: fríggjadagin 19. juni – týsdagin 11. august


 
Avtalur í 5.b: 
Føðingardagar - 20 kr. 
Flokskonta: Vit flyta 300 kr skjótast gjørligt á kontu 9181 5589101. 
Morgunmat/miðmáli: Síðsta hósdag í mánaðanum. Listi kemur út, tit skriva tykkum upp.  
Telefon: Ikki lov. 
Foreldraráð: Odda og Rúna. Um nakar annar hevur hug, eru tey vælkomin í foreldraráðið. 

 

Vikuætlan yvirlit

Office 365

I-bøkur

Orðabøkur