Heimasetningur

Samband:

Joan: 212980

Rógvi: 256146

Vika 18

Mánadagur
28. apríl
Føroyskt
- Hervør og Høgni lesibókin s. 138-139. Les "Í frítíðarskúla + til fimleik" tríggjar ferðir ígjøgnum.
- Bókalummin. Les hart minst 7 min.
Rokning
Rokna síðu 51-52 heima.
Týsdagur
29. apríl
Kunning
Eg eri burturstødd frá týsdegnum 29. apríl til og við mánadagin 5. mai. Vikarur kemur fyri meg. Rógvi er til arbeiðis :-) Vh. Joan
Føroyskt
- Hervør og Høgni lesibókin s. 139-140. Les "Skótar, gittar og kór + Óli spælir teldu" tríggjar ferðir ígjøgnum.
- Lær teg at stava s. 30-31.
Túr
Kl 09.30 fara vit oman til skipið Bakkafossur, har pápi Magnu arbeiður. Vit taka matpakkan við og eta har, tí hevði verið skilagott at havt ein lítlan ryggsekk við í skúla. Annars er vanligur skúladagur áðrenn og aftaná túrin :)
Mikudagur
30. apríl
Føroyskt
- Hervør og Høgni lesibókin. Les s. 140 "Talv, fótbóltur, svimjing og dansur" tríggjar ferðir ígjøgnum. S. 141 "teir litaðu leparnar" eina ferð, og tekstin niðri undir tríggjar ferðir.
- Arb. s. 50-51-52-53. Ikki gera uppg. 4.
Hósdagur
1. mai
Føroyskt
- Hervør og Høgni lesibókin. Les s. 142-143 tvær ferðir ígjøgnum. Royn eitt av ljóðførunum. Tak ljóðførið við í skúla, og vís hinum næmingunum:)
- Arb. s. 54-55.
Bakkafossur
Til ber at síggja myndir av túrinum frá týsdegnum :) tær liggja ovast undir myndasavn :) 
Boð frá leiðslu
Góðu foreldur
Hósdagin 1. mai eru øll starvsfólk skúlans knýtt at øðrum virksemi seinnapartin.
Skúlagongdin endar tískil kl. 11.30 hendan dagin. 
bussurin koyrir børnini í frítíðarskúlan eftir skúlatíð

Vinarliga,
Leiðslan
Fríggjadagur
2. mai
Føroyskt
- Hervør og Høgni lesibókin. Les s. 144 tríggjar ferðir ígjøgnum. Við at lesa trýggjar ferðir "automatiserar" tú lesingina, og fært lesiferðina upp.

Gott vikuskifti:)

Bókalummin

Bókalummin er eyka lestnaður. Er ein bók í lummanum, skal hon lesast tvær ferðir og síðani skulu uppgávur gerast, um uppgávur eru við. Seinni koma bøkur, sum bara skulu lesast eina ferð.

Avritssíðurnar eru úr lesibókini Hervør og Høgni í skúla. Fyrst lesur mann bókstavin, síðani orðini, sum hoyra til myndina, aftaná lesur mann orðini undir strikuni og til síðst tekstin. Hesar síðurnar skulu lesast tríggjar ferðir.

Tað er sera týdningarmikið, at teksturin verður lisin hart. Eg seti tíð á í heimasetninginum, men mann kann sjálvandi lesa meira:-) Tá ið bókin ella avritssíðurnar eru lisnar, geva næmingarnir mær bókalumman og eg leggi nýtt tilfar í. Nú seta vit ordiliga ferð á lesingina.

Góðan lesihug:)

Hvussu kunnu vit vera ein góður 1.b.

Floksreglar:

  • Vit hjálpa
  • Vit lova uppí
  • Vit bjóða uppí
  • Vit gera ikki fortreð
  • Vit skulu vera ein góður floksvinur
  • Vit skulu ikki arga
  • Vit tosa pent við hvønn annan
  • Vit siga "orsaka"
  • Vit í 1.b eru góð við øll:)

Hesar floksreglar komu tey sjálvi fram til, tá ið vit høvdu evnisdagar um trivnað. Vit mugu øll hjálpa til, so vit klára at halda reglarnar:)

 

Avtalur:

Føðingardagar: Gentur bjóða gentum, og dreingir bjóða dreingjum. Um mann hevur hug, kann mann eisini bjóða øllum flokkinum. Føðingardagsgáva - 20kr.

Foreldraráð: Mamman/pápin hjá Magnu, Kataleyu og Fridu. Takk fyri:)

Messangerbólkur til foreldrini.

Flokskonto: Mann upprættar sjálvur eina konto til barnið.

Góðu tit, royni og haldi aftur við telefonunum sum longst. Tit kunnu altíð fáa fatur á okkum báðum 256146 og 212980.

Nøkur praktisk ting:

  • Saksur og límstift í taskuni. Set navn á.
  • Tjúkkur blýantur at skriva við.
  • Træ litblýantar í arbeiðsbókunum. Mann kann brúka tusj í teknibókum.
  • Góður matpakki. Vit drekka vatn ella mjólk.
  • Sigið frá, um barnið ikki kemur í skúla.
  • Sigið frá, um barnið skal aðrastaðni enn í frítíðarskúla. Skrivið sms til tann læraran, sum hevur barnið tann síðsta tíman.
  • Hyggið inn á heimasetningin hvønn dag. Heimasetningurin eru komin í síðsta lagi kl. 15.
  • Samband: Rógvi Nielsen t.l.f. 256146 og Joan Jacobsen t.l.f. 212980. Tit eru altíð vælkomin at ringja, um tit ivast í onkrum.

 

Skjøl og frágreiðing í samband við eldsbrunan mánadagin

Vikuætlan yvirlit

Office 365

I-bøkur

Orðabøkur