Myndasavn
Vit vitja umborð á Bakkafossi
Hendan góðveðursdag fóru vit umborð á Bakkafoss at eta matpakka. Vit fingu innbjóðing frá Rógva, pápa Magnu, at vitja og fáa rundvísning umborð á Bakkafossi. Hann greiddi frá ymiskum hugtakandi, sum er umborð á skipinum. Næmingarnir sloppu millum annað at sita á brúnni. Afturvið matpakkanum fingu vit sodavatn. Ein góður túrur :)
















Vitjan av Jákup politisti
Í dag fingu vit vitjan av Jákup Politisti. Hann vísti okkum ein hjálm, sum var brotin. Hjálmin hevði ein drongur átt, og hann bleiv yvirkoyrdur í Streymnesi, men hevði heldigvís hjálmin á. Hendan hjálmin fingu vit sæð í dag. Tað var gott, at drongurin hevði hjálmin á, tá tað hendi. Jákup politistur minti okkum á, at vit altíð kunnu keypa ein nýggjan hjálm, men ikki eitt nýtt høvd. Jákup politistur hevði tvey egg við, tað eina eggi fekk hjálm á og hitt húgvu. Eggi, sum bara var í húgvu brotnaði, tá hann blakaði tað á gólv. Eggi, sum var í hjálmi, var enn heilt, sjálvt um tað bleiv kasta á gólv. Børnini hava fingið ein súkkluhjálm við heim. Ein góður dagur.


















Fríggjadagshugni
Fyrsta lesibókin er nú lisin. Tí ótu vit ís og hugdu at Tom og Jerry










Fastulávint





















Útiskúli 30.08.2024
Á Glyvrabeach ein fríggjadag. Fongurin var góður :)



















































