Heimasetningur

13/6-26

Góður næmingar og foreldur 
Hesa vikuna hava vit eina øðrvísu viku við Løkin.  
-Mánadagin hava vit postarenning.  
-Týsdagin fara vit í Bylgjuna at svimja og røra okkum.  
-Mikudagin er ætlanin at ganga til Sandin Mikla. 
-Hósdagin fara vit at grilla.   
  
At hava við í skúla: Matpakka og dunk.  
Dagarnir enda uml. kl. 12.30. 

Vika 25

Mánadagur
15. juni
Týsdagur
16. juni
Summardagur
ì  dag møta vit í skúlanum klokkan 08:00
Síðani fara vit i høllina.
Aftaná í Bylgjuna.
Klokkan 10-11:30 fara vit at svimja saman við 7.a og 6. flokki.
Vit enda í floksstovuni.
At hava við: ítróttaklæðir og svimjiklæðir. Matpakka og okkurt drekkandi. Takið eisini allar bøkur við, sum skúlin eigur og lat inn.

Um ein hevur eina góða grund ikki at svimja er tað ok, um eg verði kunnað um hetta av foreldrunum. Minnist tó til at svimjingin bert er ein av aktivitetunum á degnum. Øllum hinum kann ein luttaka í hóast tað ikki liggur fyri at svimja.
Mikudagur
17. juni
Hósdagur
18. juni
Fríggjadagur
19. juni

7/1-26    Góðu næmingar og foreldur

Tað er nógv, sum dregur og togar í tey ungu. Fleiri hava frítíðarítriv og arbeiði og eisini fer fitt av tíð til skíggjar. Tó eru einans 24 tímar í einum degi, so torført er at hava tíð til alt, sum ein skal.

Í meldrunum er lætt at gloyma lesingina. Men tað er so sera týdningarmikið at lesa. Tá ið ein lesur mennir ein sjálvsagt lesiførleikan og orðfeingi. Ein fær eisini innlit í onnur lív og aðrar lagnur. Ein lærir um søgulig viðurskifti um samfelagið í dag, og hvussu vit eru ein partur av hesum. Somuleiðis er lesingin eitt týdningarmikið fet mótið einari framtíð við nógvum møguleikum. Lesingin kann nevnliga vera við til at tryggja eina góða útbúgving og harvið fleiri arbeiðsmøguleikar. (kelda: Føroyar lesa/Nám)

Tað skal sera nógv lesivenjing til fyri at lesa raðið (automatisera)  og fyri at veruliga at skilja tað ein lesur í t.d eini aldurssvarandi lærubók. Tí er mín áheitan at geva tykkum tíð til lesingina. Helst eigur ein næmingur at lesa minst 15-20 min. hvønn dag. Tó havi eg skrivað í heimasetningin at lesa heima í eini frílesibók tríggjar dagar um vikuna í januar og februar. Men ongantíð betur, um tit lesa meiri enn hetta.

Góðan lesihug!

Blíða heilsan Brynhild

 

29/10

Hey tit foreldur!
Líka ein kunning um, hvat eg havi tosað við flokkin um.
Tað er fleiri (serliga gentur) sum antin ongan matpakka hava við ella sníkja seg undan at eta hann. (Nøkur sníkja seg tó at eta hann í tímunum-og tað er heldur ikki í lagi). Í staðin, fara hesi beint í fríkorter, tá ið mattímin er.

Eg havi tosað við næmingarnir um, at heilin og kroppurin hevur brúk fyri "brennievni" fyri at orka at læra og arbeiða ein langan skúladag. Síðani havi eg eisini sagt, at tá ið mattímin er skulu 10-15 min. brúkast í stovuni saman við restini av flokkinum, áðrenn mann sleppur í fríkorter, (hetta fríkorterið er 15-20 min. afturat mattímanum). Tvs. at tað loysir seg ikki at sníkja seg at eta matpakkan í tímunum fram til matfríkorterið.

Vónandi eru tit samd í hesum, og tað hevði verið deiligt, um tit kundu tosa við næmingarnar um týdningin av einum góðum matpakka.
Takk fyri tit.

Annars hevur leiðslan avgjørt, at 7.flokkarnir, saman við restini av framhaldsdeildini, etur matpakkan í floksstovuni hvønn dag frá nú av.

Vikuætlan yvirlit

Office 365

I-bøkur

Orðabøkur