Heimasetningur

Hesa vikuna er lesi- rokni- og skriviskeið. Tvs. at hesa vikuna hava vit bara føroyskt og rokning á tímatalvuni. Eisini er flokkurin fyri tað mesta býttur sundur í 2 bólkar, har annar bólkurin hevur føroyskt og hin hevur rokning. Harvið hava vit betri tíð til hvønn einstaka næming og vænta at fáa nógv burturúr. Onkran dag eru tey stytri í skúla, og tað upplýsi eg á  heimasetninginum

Heimasetningur 2.A

Vika 18

Mánadagur
28. apríl
Føroyskt lesing
Les søgu 15 á s. 42 í "Lær teg at stava 2" 3 ferðir. Tak tíð hvørja ferð og skriva tíðina fyri 1. ferð, 2. ferð og 3. ferð beint undir søguni.Ven teg eisini at stava staviorðini á s. 43
Føroyskt skriving
Liðug við s. 42, 43, 44 og 45 í "Lær teg at stava 2"
Týsdagur
29. apríl
Føroyskt lesing
Les søgu 11 á s. 32 í "Lær teg at stava 2" 3 ferðir. Tak tíð hvørja ferð og skriva tíðina fyri 1. ferð, 2. ferð og 3. ferð beint undir søguni.
Ven teg eisini at stava staviorðini á s. 33
Føroyskt skriving
Liðug við s. 32 og 33 í "Lær teg at stava 2"
Sóljugentan
Lærið tykkum 1. og 2. ørindi av sanginum omanfyri uttanat.
Rokning
Sig 2-tabellina hart 3 ferð fyri onkrum.
Mikudagur
30. apríl
Føroyskt lesing
Les søgu 12 á s. 34 í "Lær teg at stava 2" 3 ferðir. Tak tíð hvørja ferð og skriva tíðina fyri 1. ferð, 2. ferð og 3. ferð beint undir søguni.
Ven teg eisini at stava staviorðini á s. 35
Rokning
Sig 3-tabellina hart 3 ferð fyri onkrum.
Føroyskt skriving
Liðug við s. 34, 35, 36 og 37 í lær teg at stava 2
Lesimappa
Les 7 min í lesimappuni
Hósdagur
1. mai
Heim 11.30
Børnini fara heim kl. 11.30 í dag, tí starvfólk skúlans eru knýtt at øðrum virksemi. Avtala er gjørd við frítíðarskúlan um 2. flokk, og bussarnir koyra sum vanligt.
Føroyskt lesing
Les søgu 13 á s. 38 í "Lær teg at stava 2" 3 ferðir. Tak tíð hvørja ferð og skriva tíðina fyri 1. ferð, 2. ferð og 3. ferð beint undir søguni.
Ven teg eisini at stava staviorðini á s. 39
Rokning
Sig 4-tabellina hart 3 ferð fyri onkrum.
Lesimappa
Les 7 min í lesimappuni
Føroyskt skriving
Liðug við s. 38 og 39 í Lær teg at stava 2
Fríggjadagur
2. mai
Føroyskt lesing
Les søgu 14 á s. 40 í "Lær teg at stava 2" 3 ferðir. Tak tíð hvørja ferð og skriva tíðina fyri 1. ferð, 2. ferð og 3. ferð beint undir søguni.
Ven teg eisini at stava staviorðini á s. 41
Rokning
Sig 5-tabellina hart 3 ferð fyri onkrum.
Lesimappa
Les 7 min í lesimappuni
Føroyskt skriving
Liðug við s. 40 og 41 í Lær teg at stava 2

Sóljugentan
1. Í bø eg gangi tá blómur spretta,
eg gleðist yvir at skjótt er vár –
tá kemur til mín ein lítil genta,
ein søtur ungi um fimm seks ár.

2. Hon sóljutyssi í hondum hevur,
tann fyrsta heilsan frá vársins tíð,
hon møtir mær sum ein vin, hon kennir,
so hjartans fegin hon smílist blíð.

3. Hon spyr meg barnsligt, um eg vil fá tær,
hon hevur heintað tær stutt herfrá,
og um eg vil, so bert fegin tak tær,
tvey eygu siga so klár og blá.

4. So stóru gávu ei nakar gav mær,
sum hendan hondin við boð um vár,
eg pening gevi, so hon kann keypa
eitt silkiband um sítt gula hár.

5. Hon loypir frá mær við tøkk í sinni,
so kát hon dansar á vársins veg,
hon rennir frá mær og ánar ikki,
at tað var hon, sum var góð við meg.

Ark í samband við hendingina mánadagin.

Vikuætlan yvirlit

Office 365

I-bøkur

Orðabøkur