Vegleiðingar til skrivliga roynd
Vegleiðing til skrivliga roynd
Uppgávurnar verða loystar inni á Wiseflow.
Forrit:
Brúka Office365 á netinum.
Kagi:
Firefox. Nýggjasta slepping kann takast niður ókeypis av netinum her: https://www.mozilla.org/da/firefox/new/)
Oyrnalurt
Allir próvtakarar skulu hava oyrnalurt við til skrivligu próvtøkurnar, tí tekstirnir verða lisnir upp umvegis teldu, ella tekstir kunnu á annan hátt hoyrast.
At goyma próvtøkuavrikið
Allir próvtakarar skulu duga at goyma eitt skjal, sum er skrivað í einum skriviforriti, sum PDF-skjal.
At lata próvtøkuavrikið inn
Skrivligu avrikini verða innlatin ígjøgnum Wiseflow royndarskipanina.
Vegleiðing til stíl
- Skriva við ”Times New Roman”
- Yvirskrift við stødd 16, og tekstin annars við stødd 12
- Reglumillumrúm 1.5 (halvanden linjeafstand)
- Reglubrot skulu vísast við dupultum regluskifti
- Breddin skal vera líka í høgru og vinstru síðu (lige margener)
- Breddin skal vera 2,54 cm í høgru síðu og vinstru síðu. Høvd og fótur skulu eisini vera 2,54 cm. Hetta er standarduppseting
Vegleiðandi stílalongd
Føroyskt og danskt
- 7.fl 1700 – 2600 tekn við millumrúmum
- 8.fl 2600 – 3700 tekn við millumrúmum
- 9.fl 3700 – 4900 tekn við millumrúmum
- 10.fl 4900 – 6100 tekn við millumrúmum
Enskt
- 7.fl 1600 – 2100 tekn við millumrúmum
- 8.fl 2100 – 2500 tekn við millumrúmum
- 9.fl 2500 – 3700 tekn við millumrúmum
- 10.fl 3700 – 6100 tekn við millumrúmum
Loyvt er at nýta teldutøkar orðabøkur og rættstavara
Gevið tykkum tíð at rætta stílin væl og virðiliga, so úrslitið gerst so gott sum gjørligt
Støddfrøði (fimisrokning og greiðslurokning)
Í greiðslurokning verða uppgávurnar loystar við hond. Navn og flokkur hjá næminginum skal standa á øllum ørkunum, sum skulu rættast, umframt at øll innlatin ørk skulu vera leypandi talmerkt.
Krav til teldurnar
Mentamálaráðið fer ikki at áseta krav til teldurnar, sum skulu nýtast í próvtøkuhøpi, men ein leiðregla er, at teldan neyvan má vera eldri enn 4 ár. Teldan skal kunna brúka forritini, sum eru nevnd omanfyri.
Loyvd amboð v.m. Internetið er opið til royndarhaldið, og allir hjálpimiðlar eru loyvdir. Hetta merkir, at næmingurin kann reika frítt á internetinum og kann hava lærubøkur, uppgávur og annað tilfar við til royndarhaldið.
Næmingurin hevur loyvi til at samskifta við umsjónarfólkini/vaktirnar í royndarhølinum. Annað samskifti er ikki loyvt.
Næmingurin hevur ikki loyvi til at brúka lummaroknara í fimisrokning. Tað er ikki loyvt at brúka lummaroknara á telduni/netinum. Heldur ikki er loyvt at nýta avritingarforrit (t.d. Photomath) til at loysa av uppgávur í støddfrøði.
Brot á reglurnar førir til burturvísing frá royndini.
Loyvd hjálparamboð
Føroyskt framseting: Allir hjálparmiðlar loyvdir
Danskt framseting: Allir hjálparmiðlar loyvdir
Enskt framseting: Allir hjálparmiðlar loyvdir
Støddfrøði greiðslurokning: Allir hjálparmiðlar loyvdir
Støddfrøði fimisrokning: Allir hjálparmiðlar, uttan lummaroknari, loyvdir