Heimasetningur

Ongar myndir

Vika 18

Mánadagur
28. apríl
Føroyskt
Einki fyri til í dag. 
Týsdagur
29. apríl
Rokning
Lata fimisrokning inn
Føroyskt
Hervør og Høgni s.16. Lesið uppskriftina væl, 2 ferð ígjøgnum. Vit fara at baka Pylsur í koti i skúlanum í dag, í Pfak. Tað er ikki neyðugt at hava matpakka við í skúla í dag.
Mikudagur
30. apríl
Føroyskt
Hervør og Høgni s. 86 og 87. Tað er í lagi bara at lesa aðra síðuna. Teksturin er nokkso ringur, so gott um vaksin kunnu hjálpa teimum at lesa.
Rokning
Vit fara at rokna við roknara. Havið roknara (roknimaskinu) við í skúla, um tit eiga eina. 
Rokning
Roknið heima síðu 35 uppgávu 23 og 24.Minnist til rokniamboðini. Grundbókina, tað brúna heftið og so eisini ein roknara. 
Hósdagur
1. mai
Allur skúlin fær fyrr frí ídag
heimasetningin:

Góðu foreldur
Hósdagin 1. mai eru øll starvsfólk skúlans knýtt at øðrum virksemi seinnapartin.
Skúlagongdin endar tískil kl. 11.30 hendan dagin. 
Avtala er gjørd við frítíðarskúlan um 2. flokk og bussarnir hava fingið boð um, nær skúlagongdin endar.

Vinarliga,
Leiðslan
Rokning
Tit kunnu rokna síðu 36 og 37 heima. Tað er ikki krav.
Fríggjadagur
2. mai
Føroyskt
Hervør og Høgni s.119. Lesið teksin tvær ferð. Tit finna sangin inni á youtube, so kunnu tit lesa og syngja við.

Danskt til týsdagin 25. mars

Vit hava arbeitt við hesum fýra síðunum í skúlanum. Tit skulu lesa tað minst 2 ferðir ígjøgnum á donskum heima og eftir hvørja síðu skulu tit endurgeva hvat tað handlaði um á føroyskum. Harafturat skulu tit gera allar spurningarnar á tí 1. síðuni av teimum báðum leysu pappírunum, sum tit hava fingið við heim. Góðan arbeiðishug :)

Rokning

Næmingarnir hava fingið eitt grønt hefti við heim í dag. Har liggur ein fimisuppgáva í, ið skal latast inn týsdagin 21. jan. Framyvir fáa næmingarnir eina fimisuppgávu hvønn hósdag at lata inn týsdag. Uppgávurnar vera tillagaðar eftir førleikanum hjá einstaka næminginum. 

Nipnapper

Vikuætlan yvirlit

Office 365

I-bøkur

Orðabøkur