Heimasetningur

Kæru foreldur

Vit hava avgjørt at øll felags boð verða løgd inn á heimasetningin. Annað samskiftið við lærararnar í flokkinum fer fram við telefon ella við vanligum samrøðum andlit til andlits. Eingin felags kunning verður løgd inn Facebookbólkin hjá flokkinum, og tí  mugu tit fylgja væl við á heimasetninginum.

Tit kunnu ringja fram til klokkan 19, og senda boð aftan á klokkan 6.30 um morgunin.

Við vón um gott samstarv

Bartal, flokslærari, tlf. 281479

Sharon tlf. 275532

Pálin tlf. 223534 

Í døgunum 17-28. mars er felags lesiátak í skúlanum við Løkin fyri allar næmingarnar í miðdeild, har øll lesa í 20 minuttir hvønn dag.

Vit fara at hava tvær felags lesiløtur, har øll - bæði vaksin og næmingar - lesa í 15 minuttir í sínari bók til morgunsang.

Vika 18

Mánadagur
28. apríl
Danskt (ShS)
Heima: lesið s. 4 (Handlingsrækkefølge) í Mit Læsehæfte + skrivið nr í røttu rekkjufylgjuna. Vit arbeiða upp á lesifatan, so tað er týdningarmikið, at tit gera skúlatingini.

í skúlanum: Vit lesa Årsag og virkning og gera uppgávurnar til.
Týsdagur
29. apríl
Danskt (ShS)
Heima: lesið s. 6 (Inferens) í Mit læsehæfte og gerið uppg. til.

Í skúlanum: parlesing + skriviuppgáva
Mikudagur
30. apríl
Enskt (ShS)
Heima: Lesið s. 58-59 í Pitstop

Í skúlanum: Vit gera kreativt arbeiði
Støddfrøði
Stk 908-909-910
Be
Kunning
Góðu foreldur
Hósdagin 1. mai eru øll starvsfólk skúlans knýtt at øðrum virksemi seinnapartin.
Skúlagongdin endar tískil kl. 11.30 hendan dagin. 
Avtala er gjørd við frítíðarskúlan um 2. flokk og bussarnir hava fingið boð um, nær skúlagongdin endar.

Vinarliga,
Leiðslan
Hósdagur
1. mai
Enskt (ShS)
Heima: einki

Í skúlanum: Vit fara á náttúru skattaveiðu, so verið væl ílatin.
Føroysk
Í skúlanum:
1. tími: Vit gera s. 39 og 40 í Nem mál í fimta. Vit arbeiða við orðunum fer/ferð og ger/gerð.
2. tími: Nem í fimta: Benjaminshús: Vit lurta eftir søguni í felag og finna ræðusøgueyðkenni í søguni.
Kunning
Góðu foreldur
Hósdagin 1. mai eru øll starvsfólk skúlans knýtt at øðrum virksemi seinnapartin.
Skúlagongdin endar tískil kl. 11.30 hendan dagin. 
Avtala er gjørd við frítíðarskúlan um 2. flokk og bussarnir hava fingið boð um, nær skúlagongdin endar.

Vinarliga,
Leiðslan
Fríggjadagur
2. mai
Føroyskt
Skúlating: Lesið væl upp á reglur 1-8 í Fyrisøgn 2 á s. 39, í Nem mál í fimta.
Í skúlanum:
3. tími: Vit skriva og rætta fyrisøgn.
4. tími: Vit finna upp á ein annan enda til Benjaminshús.

Kristnikunnleiki og átrúnaður 23. apríl 2025

The Singing Plants

Hugskot, tá ið tit gera skúlating, tá ið barnið ikki veit, hvussu tað skal gera:

1. "Les uppgávuna upp fyri mær*".  Ofta vita tey longu nú, hvat tey skulu gera. Barnið skal lesa upp, tí við at lesa upp, bæði sær, sigur og hoyrir barnið tekstin alt í einum.

2. "Hvat verður tú biðin um at gera?" Svarið er oftast í spurninginum til uppgávuna. 

3. "Hvat gongur uppgávan út uppá?" Endamálið við uppgávuni. (T.d. at benda sagnorð, at duga betur at falda, duga betur at lesa).

4. Hvat skilir tú ikki?" Nú kunnu tit tosa saman um tað, sum barnið ikki skilir. Skal tað lesa, leita eftir svari og síðan skriva ella rokna?

5. "Hvør dugir at hjálpa tær?" Heima er hjálpin foreldur, systkin ella onkur annar. Í skúlanum kann hjálpin vera lærarin, ein floksfelagi ella ein stuðul.

*Hevur barnið lesi/skrivitrupulleikar, lesa tit upp, ímeðan barnið roynir at fylgja við í tekstinum, ella brúka lesi/skrivitøkni, um barnið hevur lært at brúka hesi amboðini.

Blíðar heilsanir 

Pálin

Smíð

Vikuætlan yvirlit

Office 365

I-bøkur

Orðabøkur