Tíðindi

Starv sum varaskúlastjóri leyst at søkja

29.04.2025

Varaskúlastjóri í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2025-2026

Søkt verður eftir varaskúlastjóra, sum

• undir ábyrgd og í samstarvi við skúlastjóran og leiðslutoymið annars skal taka lut í og hava ábyrgd
fyri teirri fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluni av virksemi skúlans
• dugir at samstarva og er fyrikomandi
• er fúsur at taka á seg uppgávur í samstarvi við og eftir fyriskipan skúlastjórans


Harumframt skal varaskúlastjórin

• standa á odda fyri fakligari og námsfrøðiligari menning á skúlanum
• saman við leiðslutoyminum átaka sær fyrisitingarliga ábyrgd
• saman við leiðslutoyminum skapa virðing fyri skúlanum og umstøður hjá tí einstaka fyri samávirkan
og samábyrgd


Førleikakrøv

Umsøkjarar skulu hava læraraútbúgving og starvsroyndir í fólkaskúlanum. Tað kann vera fyrimunur at hava
viðkomandi leiðsluroyndir. Umsøkjarin eigur at hava:
• góð leiðslu- og samstarvsevni
• vilja og evni at royna nýggjar leiðir skúlanum at frama
• góðan málsligan førleika á skrift og í talu
• førleikar at taka neyðugar avgerðir og er sinnaður at fara undir avbjóðingar.

Lønar- og setanartreytir

Setanarøkið er Runavíkar kommunuskúli. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum.
Starvið verður lønt í lønarflokki 35.1 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Starvið verður sett sum sáttmálasett starv uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari
frammanundan. Skylduga undirvísingartímatalið verður ásett eftir galdandi reglum.


Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.

Umsókn við prógvi, CV og møguligum ummælum skal verða Duritu P. Joensen, skúlastjóra í hendi í
seinasta lagi týsdagin 13. mai 2025 kl. 12.00.
Umsóknin skal sendast á: durita.joensen@skulin.fo
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Duritu P. Joensen, skúlastjóra á tlf. 217331 ella
477331

Lýsing eftir varaskúlastjóra 2025-2026.pdf
--------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------
Í Runavíkar kommunuskúla eru uml. 510 næmingar í 0. – 10. flokki. Undirvísingin fer fram í tveimum
skúlabygningum, Glyvra skúla og skúlanum við Løkin. Í Glyvra skúla ganga næmingar í forskúla og 1. - 3.
flokki og í skúlanum við Løkin næmingar í 4. - 10. flokki. Harumframt er eitt sertoymi í Glyvra skúla og
skúlanum við Løkin. Í skúlanum starvast í løtuni uml. 70 starvsfólk.

Fleiri Tíðindi

Vikuætlan yvirlit

Office 365

I-bøkur

Orðabøkur