Heimasetningur

Boð frá heilsusystur:

Góðu næmingar og foreldur í 7.a

Mánadagin 9.mars komi eg at tosa við næmingarnar um evnið “ABC fyri sálarliga heilsu”.

Beinta hevur fingið brævbjálvar við samrøðuskjalið frá mær, sum næmingarnir fáa hósdagin 5.mars

Samrøðuskjalið skulu næmingarnir útfylla saman við tykkum foreldrunum. 

Hetta er eitt gott høvi at sita saman við tykkara barni og fáa eitt gott prát um trivna og heilsu.

Við útgangsstøði í samrøðuskjalinum fari eg eisini at hava einstaklingasamrøður við næmingarnar, har tosað verður um trivna í skúla, frítíð og heima.

Eisini verður sjón, hædd og vekt kannað.

Tit fara at fáa eitt samtykkisskjal sendandi umvegis vangan, sum tit skulu samtykkja áðrenn einstaklingasamrøðurnar.

Um tit foreldur hava eitthvørt, sum tit ynskja at tosa um ella spyrja um áðrenn samrøðurnar, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við meg á tel: 562339 ella á mail: moridm@gigni.fo

Vinaliga,

Morid Meitilberg,

Heilsufrøðingur í Runavíkar kommunuskúla

Vika 11

Mánadagur
9. mars
Heilsusysturin vitjar í 3. og 4. tíma
Hon kemur at tosa um sálarheilsu. Minnist til at hava fylt skjalið út saman við foreldrunum og hav tað við aftur í skúla.
Enskt
Umseting 10.B skal latast inn.
Týsdagur
10. mars
Føroyskt
Loys uppgávurnar í mállærubókini Punktum s. 28 og 29.
Minst til at taka bókini við aftur í skúla. 
Mikudagur
11. mars
Hósdagur
12. mars
Fríggjadagur
13. mars

Flokskontan eitur nú: 9181 4998997 Minnist til at viðmerkja navnið á barninum. Vit avtalaðu 300 kr. Gott um tit fluttu upphæddina beinanvegin. 

 

Vikuætlan yvirlit

Office 365

I-bøkur

Orðabøkur