Heimasetningur
Fráboðan um sjúku ella fríloyvi, skal gerast her: https://rks.fo/friloyvi
Góðu foreldur
Sambært fráboðan frá Mentamálaráðnum, dagfest 3o. september 2024, skulu allir næmingar í 3. árgangi yvirlitkannast fyri orðblindni.
Tað er Sára Mrdalo, orðblindalærari, sum ger kanningina á okkara skúla. Kanningin verður gjørd inni í flokkinum, og tekur bara eina lítla løtu. Vísir næmingurin tekin um orðblindni verður ein meir ítøkilig kanning gjørd. Tit verða kunnað, um so verður.
Hava tit spurningar eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við meg.
Vh. Sára Mrdalo (789094)
Samband:
Joan: 212980
Rógvi: 256146
Vika 42
Bókalummin
Bókalummin er eyka lestnaður. Er ein bók í lummanum, skal hon lesast eina ferð og síðani skulu uppgávur gerast, um uppgávur eru við.
Tað er sera týdningarmikið, at teksturin verður lisin hart. Eg seti tíð á í heimasetninginum, men mann kann sjálvandi lesa meira:-) Tá ið bókin er lisin og uppgávurnar gjørdar, geva næmingarnir mær bókalumman og eg leggi nýtt tilfar í. Nú seta vit ordiliga ferð á lesingina.
Góðan lesihug:)
Hvussu kunnu vit vera ein góður 2.b.
Floksreglar:
- Vit hjálpa
- Vit lova uppí
- Vit bjóða uppí
- Vit gera ikki fortreð
- Vit skulu vera ein góður floksvinur
- Vit skulu ikki arga
- Vit tosa pent við hvønn annan
- Vit siga "orsaka"
- Vit í 1.b eru góð við øll:)
Hesar floksreglar komu tey sjálvi fram til, tá ið vit høvdu evnisdagar um trivnað. Vit mugu øll hjálpa til, so vit klára at halda reglarnar:)
Avtalur:
Føðingardagar: Gentur bjóða gentum, og dreingir bjóða dreingjum. Um mann hevur hug, kann mann eisini bjóða øllum flokkinum. Føðingardagsgáva - 20kr.
Messangerbólkur til foreldrini.
Flokskonto: Mann upprættar sjálvur eina konto til barnið.
Góðu tit, royni og haldi aftur við telefonunum sum longst. Tit kunnu altíð fáa fatur á okkum báðum 256146 og 212980.
Nøkur praktisk ting:
- Saksur og límstift í taskuni. Set navn á.
- Tjúkkur blýantur at skriva við.
- Træ litblýantar í arbeiðsbókunum. Mann kann brúka tusj í teknibókum.
- Góður matpakki. Vit drekka vatn ella mjólk.
- Sigið frá, um barnið ikki kemur í skúla.
- Sigið frá, um barnið skal aðrastaðni enn í frítíðarskúla. Skrivið sms til tann læraran, sum hevur barnið tann síðsta tíman.
- Hyggið inn á heimasetningin hvønn dag. Heimasetningurin eru komin í síðsta lagi kl. 15.
- Samband: Rógvi Nielsen t.l.f. 256146 og Joan Jacobsen t.l.f. 212980. Tit eru altíð vælkomin at ringja, um tit ivast í onkrum.