Heimasetningur

Fráboðan um sjúku ella fríloyvi, skal gerast her: https://rks.fo/friloyvi

Vika 37

Mánadagur
7. september
Rokning
Á síðu 14 í grundbókini og javnbókini eru nøkur lesistykkir. Tit skulu LESA síðurnar væl heima, gjarna saman við einum vaksnum. Vit rokna síðuna í skúlanum. IKKI ROKNA HEIMA, BARA LESA OG SKILJA. Tit eru vælkomin at lesa inni á ibok.nam.fo

Eg skal á skeið og verið tí ikki til roknitíman. Tit hava vikar fyri meg.
Køk
Vit fara at baka sjokulátamuffins.
Havið eina eskju við at leggja muffurnar í.
Føroyskt
Einki fyri til í dag.
Týsdagur
8. september
Søga - framløgurnar
Tað hevur verið sera áhugavert at hoyrt framløgurnar hjá næmingunum. Tað hava verið forteljingar frá gerandisdegnum hjá fólki undir krígnum og aðrar góðar upplýsandi framløgur. Tey leggja øll fram og flokkurin situr virðiligur og lurtar og gevur jaligar viðmerkingar, fyrimyndarligt.  Takk fyri tykkara íkast.

Næsta framløga verður um standmyndir í Føroyum. Vitji eina standmynd av einum persóni, kvinnu ella manni, taki mynd av tykkum við standmyndini og sigi søguna um standmyndina. Fleiri upplýsingar koma seinni. Vit leggja fram fyrst í oktober.
Ítróttur
Dreingir svimja og gentur hava ítrótt.
Mikudagur
9. september
Køk
Vit fara at baka sjokulátamuffins.
Havið eina eskju við at leggja muffurnar í.
Føroyskt
Lesið frílesing heima í 12 - 20 minuttir.
Hósdagur
10. september
Danskt
Gera uppgávurnar í diktatbókini s. 13 lidnar og læra seg orðini í "Øveord" s. 12. 
Rokning
Gerið síðu 14 lidna heima í grundbókini og javnbókini. Ikkineyðugt at gera 1.42 í grundbókini.

Í skúlanum fara vit at arbeiða við negativum tølum á síðu 15 í grundbókini og javnbókini.
Fríggjadagur
11. september
Frílesing
Lesið heima í 12 - 20 minuttir.

P-fak - mánadag

pfak - mikudag

  • Ongar fílur

Skíggjasunn

Ongir lutir

Vikuætlan yvirlit

Office 365

I-bøkur

Orðabøkur