Heimasetningur
Fráboðan um sjúku ella fríloyvi, skal gerast her: https://rks.fo/friloyvi
Vika 37
Mánadagur
7. september
Føroyskt-Vit skriva
Næmingarnir skulu nú skriva L-l í bókina við stórum ómaki. Bókin skal latast inn mánadagin og næmingurin fær eitt stempul á síðuna, um ein hevur gjørt sær ómak.
Hetta eru skriviráðini:
1) Sit væl á stólinum.
2) Halt blýantin rætt í hondini.
3) Byrja og enda bókstavin á røttum staði
4) Bókstavurin skal skrivast á røttu regluna. Bókstavurin -l- býr á loftinum og í miðhæddini í skrivihúsinum.
5) Lat eitt fingra-glopp vera millum hvønn bókstav.
Hetta eru skriviráðini:
1) Sit væl á stólinum.
2) Halt blýantin rætt í hondini.
3) Byrja og enda bókstavin á røttum staði
4) Bókstavurin skal skrivast á røttu regluna. Bókstavurin -l- býr á loftinum og í miðhæddini í skrivihúsinum.
5) Lat eitt fingra-glopp vera millum hvønn bókstav.
Rokning 1b
Vit eru farin í nýggja bók, ímeðan hin bókin er farin í 'dvala' (tit kunnu prøva at spyrja børnini, hvat orðið dvala merkir). Roknið til og við s. 11
Týsdagur
8. september
Føroyskt-nýggjur bókstavur
Næminganir hava fingið eina gula mappu heim við, har ymiskt føroyskt-tilfar kemur at liggja í.
Nú er -í- komin afturat í posan. Í posanum eru nú eru á, l, s og í.
Ein sera góður máti at læra at lesa uppá er, at spæla við bókstavarnar og leggja teir í ymsa raðfylgju og siga ljóðini og vita, um ein fær nøkur orð burturúr.
1) Takið posan fram og spyr barnið um tað dugir ljóð og navn á bókstavunum.
2) Lat barnið gera tær nøkur orð at lesa.
3) Ger tú barninum nøkur orð at lesa. (t.d ís, síl, sá, lá, lás, slá)
Posin skal í aftur mappuna.
Mikudagur
9. september
Rokning 1b
Roknið til og við s. 17. vit fara at brúka lineal í skúlanum í dag. Tryggið tykkum, at tit hava lineal í pennahúsanum. Roynið at leggja linealina á onkrar lutir - hvussu nógvar cm eru lutirnir? Prát: kanska minnist onkur kilometrar og/ella metrar? Vit fara at snakka um eindir (mm, cm, m, km) eisini samanbera vit longdir á lutum.
Føroyskt Bókstava- og ljóðbók
1) Les síðu 13 tríggjar ferðir. Lær barnið at hava fingurin á regluni, meðan tað lesur.
2) Syng sangin á s. 12. Omma Ludvík er eisini at finna á youtube.
3) Lita síðurnar
2) Syng sangin á s. 12. Omma Ludvík er eisini at finna á youtube.
3) Lita síðurnar
Føroyskt-Arbeiðsbókin
Ger síðu 12-13 lidna.
Hósdagur
10. september
Kunning
Mint verður á, at SMS boð skulu sendast BÆÐI til Maluna og Brynhild, tá ið avboð eru, um eitt nú frítíðarskúla. Tað kann gerast í einum felagsboðum. Tað er ymiskt, hvør endar dagin saman við næmingunum.
Takk fyri:)
Takk fyri:)
Føroyskt-Vit skriva-
Eg havi rættað L-síðuna, og tey flestu hava fingið stempul. Onkur manglar tó enn at gera síðuna, og hjá onkrum "flúgva" bókstavirnir ov nógv, tí einki stempul enn. Um ein rættar síðuna, so verður stempul næstu ferð:)
Til í dag skal s. 6 gerast. ssssss
Til í dag skal s. 6 gerast. ssssss
Fríggjadagur
11. september