Heimasetningur
Fráboðan um sjúku ella fríloyvi, skal gerast her: https://rks.fo/friloyvi
Góðu foreldur!
Barnasár er staðfest á næmingi á Glyvrum.
Tað er eyka týdningarmikið at hava egin amboð við, so sum blýantar og viskileður, tí at barnasár smittar illa. Prátið gjarna við børnini, og minnið tey á týdningin av reinføri.
Tit kunnu lesa meira á leinkinum her:
Góðu foreldur.
Hesa vikuna hava sjóneykuna á, hvussu man er virðiligur og luttakandi til morgunsang.
Tey hava ofta trupult við at virða morgunløtuna, t.d. við at skrála í staðin fyri at syngja, ella siga fjolliorð og ljóð, tá vit biðja faðir vár ella syngja til lukku til tey, ið hava føðingardag. Hetta er sjálvandi øgiliga harmiligt, so prátið heima um, at tað er týdningarmikið at vísa øðrum virðing við t.d. at syngja við, og dugir man ikki tekstin, so er tað sjálvandi eisini í lagi at murra lagið ella bara sita og lurta og njóta løtuna.
Tað ger størri mun enn tit vita, tá tit snakka um tingini heima eisini, so stóra takk fyri tað!
GG! Enn hevur bara helvtin flutt inn á kontuna, so minnist til at flyta 200 kr. á 6460 6353055.
Vh Randi
Vika 42
Bókstava- og ljóðbókin er loksins komin! Tað er hana, vit nevna Súlubókin.
Hetta merkir, at bókstavalummin nú er límaður á aftastu síðu í henni, soleiðis, at tit - og tey - altíð vita, hvar hann er, og hann ikki oyðilegst so skjótt.
Tað er av týdningi, at Súlubókin altíð liggur í taskuni, saman við arbeiðsbókini, tí tað eru tær báðar vit brúka mest.
Soleiðs sær arbeiðsbókin út. Hon skal altíð liggja í taskuni.