Tíðindi

Nýggj staðbundin søga av Glyvrum

15.06.2026

Tíðindabræv úr Innistovu

Hettar eru børnini í Innistovu, ið skriva tykkum eitt tíðindabræv. Nú hava vit verið 190 dagar í forskúla.

Vit dáma væl at ganga í forskúla, tí her spæla vit við okkara skúlavinir og okkum dámar væl at læra, vera úti og syngja o.a.

Vit í Innistovu hava hoyrt nakrar sagnir um steinar, ið flest fólk í Føroyum kenna: “Risan og Kellingin” og “Rinkusteinarnir”. Av hesum fingu vit hugskotið at gera okkara egnu søgu um nakrar steinar, sum standa niðri á  sandinum á Glyvrum.

Vit gingu okkum túr oman á sandin, spældu á steinunum, tóku myndir og byrjaðu síðan at ímynda okkum, hvat hesir steinar kundu verið, um vit nú gjørdu eina søgu um teir. Børnini høvdu nógv góð hugskot - bæði til søgu, men eisini til, hvussu steinarnir høvdu sæð út, um teir vóru livandi. Úr hesum spretti søgan um “Sandhávin”, sum nú er sett saman sum bók við myndum.

Við at trýsta á leinkjuna síggja tit bókina um “Sandhávin”.

Sandhávurin (Innistova 2026).pdf

Fleiri Tíðindi

Vikuætlan yvirlit

Office 365

I-bøkur

Orðabøkur