Tíðindi
Tíðindabræv 11. jan. 2021
11.01.2021
Gott nýggjár øll somul.
Her er eitt tíðindabræv frá Uppistovu.
Nú eru vit byrjað árið 2021. Merkið, har tað stóð "2020" er farið í ruskspannina. Hetta undraði børnini ikki sørt, so tað tosaðu vit um eina løtu.
Slangan, ið vit brúka til at telja dagarnar, vit eru í forskúla, er komin upp í 90. Tá slangan kemur upp í 100, fara vit at hava eina 100-daga-veitslu her á Brúnni.
Í arbeiðsløtunum í føroyskum arbeiða vit við forljóðum/byrjunarljóðum.
Í arbeiðsløtunum í rokning eru vit akkurát liðug at arbeiða við skap og mynstur. Vit endaðu hendan partin við verkstøðum við somu evnum.
Vit hava verið nógv úti og spælt í kavanum.
Inni í Uppistovu hava vit m.a. spælt bingo og gjørt slush-ice.
Heilsan børn og vaksin í Uppistovu.
17.04.2026
Tíðindabræv 17. apríl 2026
16.04.2026
Varaskúlastjóri settur í fast starv
10.04.2026
Lesibólkur fyri børn saman við vaksnum á bókasavninum við Løkin
09.04.2026
Landsroyndin verður 14. - 17. apríl
24.03.2026
Varaskúlastjórastarv leyst at søkja
13.03.2026