Tíðindi
Tíðindabræv 27.08.2021
27.08.2021
Nú hava vit gingið í forskúla í 8 dagar. Alt er so nýtt og spennandi, og fleiri nýggj vinarløg eru á veg.
Vit hava fingið hvør sína bamsu, sum er ein partur av átakinum Betri Vinir. Tað er Barnabati, ið hevur føroyska tilfarið til Betri Vinir. Hetta er eitt arbeiðsamboð, til fyribyrgjandi arbeiði ímóti happing. Betri Vinir hevur eisini nøkur góđ ráđ til foreldur.
Hvønn morgun hava vit sangløtu, har vit læra ymiskar nýggjar sangir, sálmar og skjaldur.
Meðan vit eta matpakka, lesur onkur vaksin eina søgu. Tað er so hugnaligt. Aftaná matarsteðg fara vit út. Vit eru úti í skúlagarðinum og spæla hvønn dag.
10.04.2026
Lesibólkur fyri børn saman við vaksnum á bókasavninum við Løkin
09.04.2026
Landsroyndin verður 14. - 17. apríl
24.03.2026
Varaskúlastjórastarv leyst at søkja
13.03.2026
Atgongumerkini til Madagaskar komin til sølu
11.03.2026
Kunning um miðvíst lesiskeið við Løkin
06.03.2026